Rís & rós

Tín meining hevur týdning fyri okkum. Hon kann hjálpa okkum at betra um okkara arbeiðspláss, okkara virksemi og okkara mannagongdir.
‍
Starvsfólk, borgarar, veitarar og aðrir áhugabólkar kunnu nýta hendan møguleikan at boða frá um eitthvørt.
‍
Fráboðanir kunnu sendast við navni ella dulnevnt. Tað fær ongar neiligar avleiðingar fyri teg, tá tú sigur frá í góðari trúgv.
‍
Allar fráboðanir verða viðgjørdar í trúnaði av HR deildini. Um neyðugt, verða boðini send víðari til rætta viðkomandi.
‍
Persónsupplýsingar, ið verða latnar, verða viðgjørdar sambært okkara dátuverndarpolitikki.

Tak niður klagupolitikkur og mannagongd