Vit hava BAP og GLOBALG.A.P. góðkenningar.
BAP (Best Aquaculture Practices) er ein av mest umfatandi og best kendu góðkenningarskipanum, sum tryggjar burðardygd í alivørum.
BAP arbeiðir eftir sínum fýra ”súlum undir ábyrgdarfullari aling”: føðitrygd, sosial vælferð, umhvørvislig vælferð og djóravælferð.
Øll okkara aliøki, okkara framleiðsludeild og okkara vatnveiting eru vorðin góðkend við BAP-stjørnum. Okkara fóðurveitari Skretting hevur eisini BAP-góðkenning. Tað merkir, at vit hava fýra-stjørnu BAP-góðkenning, sum er hægsta BAP-góðkenning.
Tak niður okkara nýggjastu BAP-góðkenning fyri okkara framleiðsluvirki. Tak niður okkara nýggjastu BAP-góðkenningar fyri aliøkini: Vestmanna / Miðvágur / Sørvágur / Hestfjørður / Í Bug. Tak niður okkara BAP-góðkenning fyri vatnveitingina. Tak niður BAP-góðkenningina hjá Skretting fyri Stavanger og Averøy.
Global G.A.P. er heimsumfatandi tryggingarstøði fyri góðar alimannagongdir, sum umfatar metingarstøði fyri umhvørvi og vistfrøði, djóravælferð, fóðurtrygd og starvsfólkaheilsu og -trygd. Standardurin virkar sum trúverdur triðipartur, sum váttar, at okkara vinnuvirksemi er bæði burðardygt og trygt, og at okkara laksur er ábyrgdarfult aldur í vistfrøðiliga góðum umstøðum.
GLOBAL G.A.P. umfatar alla framleiðsluketuna – frá fóðurveitara til klekistøð, smolt og uppvøkstur, íroknað flutning, slakt og viðgerð eftir slakt.
Okkara GLOBAL G.A.P. nummar (GGN) er: 4063061339980.
Til ber at taka niður okkara nýggjastu GLOBAL G.A.P.-góðkenning her.
Her er eitt leinki til GLOBAL G.A.P. dátugrunnin.