OSS

Hvat ger Hiddenfjord serstakt?

Hiddenfjord er eitt familjuvirki, stovnað av abba núverandi eigarar. At tað er ogn hjá familjuni gevur okkum frælsi til at brýggja okkum um tað, sum varðir mest um hjá okkum: at ala burðardygt, at vera álítandi og opin, at vera nýskapandi, og at vísa fíggjarligt varsemi.

Hetta frælsið loyvir okkum at leggja dent á burðardygd og nýskapan uttan áhaldandi krøv frá parteigarum um at koma við stuttskygdum vinningi. Harafturat geva støðugur sjóhiti alt árið, høgar aldur og harður streymur okkum tær allarbestu umstøður at ala framúr góðan laks.

Okkara serstøku mannagongdir við ongari strongd, tá ið vit taka, slakta og virka laksin, eru ein av høvuðsorsøkunum til góðsku og haldføri hjá Hiddenfjord laksinum.

Er Hiddenfjord laksur hóskandi til sushi/sashimi?

Ja, øll okkara feska og frysta laksavøra lýkur sushi/sashimi krøv og nýtist ikki at verða fryst, áðrenn hon verður borðreidd rá (treytað av at tað fylgir reglunum á staðnum).

Brúkar Hiddenfjord antibiotika ella hormon?

Nei, vit nýta hvørki antibiotika ella hormonir.

Hvar verður Hiddenfjord laksur seldur?

Okkara feski laksur er at fáa í USA og Evropa, men okkara frystu vørur verða seldar um allan heim, íroknað í Asia, Evropa, USA og Miðeystri.

Hvat etur Hiddenfjord laksur?

Okkara laksur fær fóður, sum inniheldur fiskamjøl, fiskaolju og onnur týdningarmikil føðsluevni. Tey flestu fiskasløgini, sum verða nýtt til fiskamjøl, sum svartkjaftur og makrelur, eru fiskað í Norðuratlantshavi og eru sostatt natúrlig føði hjá laksi. Vit útvega fóður frá góðkendum framleiðarum í Noreg og Danmark. Um tú vilt hava fleiri upplýsingar um fóðrið, vinarliga set teg í samband við eitt søluumboð.

Hví brúkar Hiddenfjord ikki flogfrakt?

Avgerðin um at steðga alla flogfrakt varð tikin, orsakað av okkara eldhuga um at vera umhvørvisliga burðardygg. Vit mega ansa eftir umhvørvinum, so at framtíðar ættarlið fáa somu møguleikar, sum vit hava í dag. Flogfrakt er ein høvuðsatvold til alheims CO2 útlát. Vit at skifta til bara sjófrakt hava vit minkað um okkara CO2-útlát fyri uttanlandsflutning 94% og spart umhvørvinum fleiri hundrað túsund tons av CO2.