Menna aling av laksi

Niðanfyri kanst tú lesa um tað, ið vit gera til tess at menna laksaframleiðsluna og til at minka sum mest um okkara umhvørvisligu ávirkan.
Menna laksaframleiðslu

Ábær aling
Aling í ábærasta umhvørvi

Ábær aling
Aling í ábærasta umhvørvi
Ábær aling
Vit hava gingið á odda í aling á ábærum støðum og kunnu við vissu siga, at vit ala á heimsins ábærastu støðum. Tað er gott fyri laksin og fyri havbotnin.

Tøka og slakt uttan strongd

Tøka og slakt uttan strongd
Tøka og slakt uttan strongd
Okkara mannagongdir undir tøku og slakt eru serstakar og tryggja, at laksurin verður tikin inn og slaktaður uttan strongd.

Óbrotin køliketa

Óbrotin køliketa
Óbrotin køliketa
Av tí at vit brúka bara sjófrakt, fáa vit havt fult eftirlit við køliketuni alla tíðina. Úrslitið av hesum er feskari vøra við betri haldføri.
Minka kolevnisslóðina

Flutningur við lítlum útláti

Flutningur við lítlum útláti
Flutningur við lítlum útláti
Tann 10/10/2020 góvust vit at brúka flogfrakt. At skifta til bara sjófrakt hevur minkað okkara CO₂-slóð 94% fyri uttanlandsflutning.

Starvsfólkabussar

Starvsfólkabussar
Starvsfólkabussar
Hiddenfjord hevur fingið sær tveir ravmagnsriknar bussar, sum starvsfólk kunnu brúka, tá ið tey skulu til og frá arbeiði.

Sólorka

Sólorka
Sólorka
Sólorkuskipanir á útvaldum virkisbygningum minka CO₂-útlát og geva reina og varandi orku fyri oljurikna ravmagnsloysn.
ESG-frágreiðing
Okkara ESG-frágreiðing (umhvørvi, sosial viðurskifti og leiðsluháttur) hevur til endamáls at vísa, hvørja ávirkan okkara arbeiði hevur á umhvørvið, og at greiða frá, akkurát hvat vit hava gjørt og ætla at gera til tess at minka sum mest um okkara umhvørvisávirkan. Vit gera hetta á gjøgnumskygdan og erligan hátt, sum heldur okkum til svars.
Framtíðar ættarlið skulu hava somu umstøður at menna seg í – í samljóði við náttúruna – sum vit hava í dag. Álit og opinleiki eru okkara hornasteinar. Vit halda, at umhvørvislig menning byggir á gjøgnumskygni, og at vinnan má kenna sínar avbjóðingar til tess at loysa tær. Sostatt síggja vit tað sum okkara ábyrgd at vísa, hvørja ávirkan okkara arbeiði hevur á umhvørvið.
Les okkara ESG-frágreiðing 2025 á netinum niðanfyri.