Frælsi at gera tað rætta
Hiddenfjord er einasta laksaalifyritøka í Føroyum, sum er 100% føroysk. Eigararnir eru Atli og Regin Gregersen. Við sínum rótum í 1887 hevur henda familjufyritøkan ment seg undir leiðslu av núverandi ættarliði, sum hevur umbroytt Hiddenfjord til eitt sermerkt merki í laksavinnuni. Hetta avrik stavar frá okkara óvikandi framsøkni og tí frælsi, sum liggur í at vera ein familjufyritøka.
Sum familjufyritøka hevur Hiddenfjord frælsi til at raðfesta burðardygd og brúka nógva tíð til nýskapan, leys av tí kravi um stutttíðarvinning, sum vanliga verður lagt av partseigarum. At vera sjálvstøðug ger okkum før fyri gera munandi íløgur í gransking og menning og taka virknan lut í og fíggja ymiskar verkætlanir, sum eisini gagna allari vinnuni.
Okkara kjarnuvirði er burðardygd. Ein tilsøgn um at veita okkara viðskiftafólki serstakar góðskuvørur, samstundis sum vit verja umhvørvið. Okkara mál er at framleiða eina umhvørvisliga burðardygga vøru, sum føðir heimin.
- Atli Gregersen
Grundarlagið undir samleika og virðum í okkara fyritøku kann rekjast aftur til gamla tíð, har ið dentur varð lagdur á falsloysi og samfelagssinni. Upprunaliga var virkið stovnað sum PF Fiskavirkið í 1929. Hiddenfjord byrjaði – undir leiðslu av langabba núverandi eigarar, Jóan Paula Gregersen (á pápans síðu) – við framleiðslu av saltfiski, eitt tiltak sum farið varð undir í samstarvi við bygdina til tess at skapa arbeiðspláss.
Harafturat hevur Hiddenfjord røtur í virkseminum hjá S. P. Petersen, sum varð stovnað í 1887 av langabba núverandi eigarar, Gregesen brøðurnar, í móðurætt. Tað virkið, sum var kent fyri at stremba ótroyttiliga eftir at framleiða vørur av bestu góðsku, fekk altjóða viðurkenning longu í 1898. Í dag eyðkennir henda tilsøgn um makaleysa góðsku við sama lag virði og moral í Hiddenfjord.