Heimstaðurin hjá atlantslaksinum

Í mong túsund ár hevur atlantshavslaksur svomið úr áum, ið renna út í Norðuratlantshav til leiðirnar kring Føroyar at eta seg stóran. Sum frá leið lagaði laksurin seg til makaleysu umstøðurnar á hesum sjóleiðum og gjørdi Føroyar til framúr gróðrarøki at ala atlantshavslaks. Havið kring Føroyar er heimstaðurin hjá atlantshavslaksi.

Hetta upprunaliga sjóumhvørvi er eyðkent við jøvnum sjóhita alt árið, millum 6-11 stig Celsius, saman við serligari føðslu í økinum í dagslýsi. Tað er atlantshavslaksi íborið at leita sær til hesar náttúruumstøður, har hann trívist best og sum veita honum tær allarbestu liviumstøðurnar.