Munadygg fóðring

Vit eru á odda við at brúka nýhugsaðar fóðurskipanir við undirvatnsmyndatólum, varnarum og ritbúnaði, sum fylgir fóðurbýti í aliringunum. Skipanin er ment av FaroeSea, og fóðurstarvsfólk hevur fjarumsjón við henni úr okkara fóðurstøð. At fóðurskipanin verður so neyvt og regluliga fylgd hevur gjørt, at fiskurin fær vaksið seg so stóran sum møguligt, og elvir til minni fóðurburturkast. Okkara royndir siga týðiliga, at bestu liviumstøður hjá laksinum veita størsta vøkstur og allarbesta smakk og fastleika.