Hiddenfjord laksur veksur upp í ringum á ábærum støðum til tess at fáa best møguliga djóravælferð og fyribyrgja botndálking. Vit velja ábær pláss til at ala laksin til at fáa bestu liviumstøður til laksin og allarbestu umhvørvisligu burðardygd.
Í Hiddenfjord taka vit regluliga sjógvroyndir og gera botnmátingar, so at vit vissa okkum tær bestu aliumstøðurnar. Umhvørvisstovan í Føroyum, sum hevur eftirlit við havbotninum hvørt framleiðsluskeið, borgar fyri botngóðskuni.
Ringarúmd og fellið
Reglugerðir krevja, at mesti tættleiki í ringunum skal ikki vera meira enn 25 kg/m3. Men til tess at betra fiskavælferð og tryggja okkara laksi nóg mikið av plássi til at trívast og vaksa miða vit kortini eftir at hava tættleikan settan til í mesta lagi 20 kg/m3 meginpartin av tíðini. Vit máta súrevni regluliga til tess at tryggja bestu djóravælferð. Okkara burðardygga atferð er avgerandi partur í vælferðini hjá okkara laksi. Úrslitið er, at vit hava millum bestu tøl fyri felli í vinnuni. Til tess at tryggja, at óvanligar hendingar ikki ávirka úrslitið í stóran mun, skráseta vit tøl fyri fellið yvir tríára skeið.
Nýhugsað teldustýrd fóðurskipan
Vit brúka eina nýhugsaða teldustýrda fóðurskipan, sum er ment av FaroeSea, sum sær til, at hvør laksur fær nóg mikið at eta, so at hann verður so stórur sum til ber, og samstundis tryggjar, at vit ikki yvirfóðra og dálka havbotnin. Ein sjálvvirkandi fóðuravdúkari við undirvatnsmyndatólum og varnarum til at vísa fóðurkúlubýti er festur djúpt í hvørjum ringi. Teir senda upplýsingar til skipanina ella halda uppat at fóðra, tá ið laksurin er hildin uppat at eta. Fóðurstarvsfólkið hevur fjarumsjón við skipanini frá okkara fóðurstøð.
Taka og slakta uttan strongd
At taka og slakta laksin er ein viðkvom tilgongd frá aliringi til pakking. Vit flyta ringar hóvliga frá aliøki til slaktiøki, har ið fiskurin svimur sjálvur inn í slaktiringin. Við slaktiringinum fáa vit býtt fiskin í bólkar. Síðani fáa vit varliga, men skjótt slaktað ein bólk í senn og tryggjað slakt við ongari strongd. Vit eru millum tey fáu alivirkini, sum ikki brúka brunnbát til slakt. Okkara royndir og kanningar vísa, at okkara slaktiháttur við ongari strongd hevur týðandi ávirkan á góðskuna á okkara laksavørum.
<arrow-link>Slakta viðongari strongd<arrow-link>
Sláa og bløðga
Hiddenfjord var eitt av fyrstu virkjunum í heiminum at brúka eina flytføra ”sláa og bløðga” skipan frá Seafood Innovations í Avstralia (í dag partur av Baader). Í samstarvi við tey hava vit betrað og fínkað ”sláa og bløðga” skipanina, sum vit brúka í løtuni.
Henda framkomna skipan slær laksin í óvit og bløðgar hann, áðrenn hann fær sansað tað og kent strongd. Sostatt tryggjar hon bestu góðsku og djóravælferð.
