Stutta tíð á sjónum

At avmarka lívfrøðiligan vanda, sum fylgir laksaaling, krevur, at ein greidliga savnar seg um, hvussu langa tíð fiskurin er í sjónum. Skjótt fóru vit undir eitt skipað arbeiði at betra framleiðslugongdina, miðandi ímóti eini javnvág millum fiskavælferð, vakstraravrik og langtíðarburðardygd.

Laksalús hevur verið størsta avbjóðingin hjá vinnuni í mong ár og hevur sostatt verið ein kveiki í nógvum av hesum arbeiði. Vit hava lagt stóran dent á tiltøk, sum gera okkum før fyri at hava tamarhald á lýsnum við fyribyrging og skipanarligum bata heldur enn við meira viðgerð.

Aling í stutta tíð á sjónum er eitt av teim væleydnaðu tiltøkunum hjá okkum. Úrslitið er færri lýs, skjótari laksavøkstur og betri heilsa.

Tá ið laksur verður tikin á einum aliøki, kemur eitt hvíldarskeið aftaná. Henda brakkleggingin ger, at laksalúsin og aðrar møguligar sjúkur hvørva, áðrenn smolt verður latið í ringarnar aftur.

Okkara mest slóðbrótandi tiltøk í hesum sambandi fevna um framleiðslu av stórum hágóðsku smolti á landi og skjótan vøkstur á sjónum. Hesum og øðrum tiltøkum verður greitt nágreiniligari frá niðanfyri.

Hágóðsku smolt

Grundarlagið undir tí styttra tíðarbili, sum laksurin er á sjónum, verður lagt í okkara smoltstøð. Starvfólkið hevur arbeitt við nærlagni at menna okkara smoltaling og góðskuna. Vit hava fylgt væl við gransking á hesum øki og hava havt dirvi til at royna nýggjar loysnir. Tað gerst greitt, tá ið vit síggja, hvussu væl laksurin trívist og veksur á sjónum.

Nógv ymisk viðurskifti hava spælt saman í hesari tilgongd. Ein orsøk er, at vit hava áhaldandi leitað eftir laksarogni, sum hevur bestu arvaeginleikar. Harafturat er tað alneyðugt at hava sera gott vatn. Vit hava millum annað gjørt okkum ómak við at halda temperaturin lágan, so at laksurin verður so stórur sum møguligt, tá ið hann er settur í ringarnar á sjónum.

Stórt smolt

Í 2010 gjørdist Hiddenfjord fyrsta laksaalifyritøka í heiminum, sum fór at framleiða smolt so stór, sum aldrin hevði verið roynt fyrr. At víðka smoltframleiðsluna á virkinum á Fútakletti var váðaverk og ein stór íløga, serstakliga tí at hetta var fyrsta verkætlan av sínum slag. Avgerðin at framleiða stór smolt varð tikin, tí at ætlanin var at basa laksalúsini. Tess størri smolt, tess styttri tíð skuldi smoltið vera á sjónum, og sostatt vórðu færri trupulleikar við lús og øðrum lívfrøðiligum trupulleikum.

Okkara menning av stórum smolti hevur vakt áhuga í laksaalivinnuni úti í heimi. Alarar úr øllum heiminum hava vitjað okkum í Hiddenfjord til at læra seg og nýta okkara royndir við at ala stórt smolt á landi.

Skjótur vøkstur

Tað er avgerandi, at laksurin trívist og veksur skjótt, so at hann er stutt á sjónum. Hetta krevur serkøn og nærløgd starvsfólk.

Dygdargóð fóðring er sera umráðandi í laksavøkstri. Fóðurhátturin má tryggja, at hvør laksur fær nóg mikið at eta, og at so lítil nøgd sum møguligt gerst fóðurburturkast.

Síðan aldarskiftið hava vit havt vakmyndatól á øllum okkara fiskaøkjum. Vit fáa hildið eyga við, hvussu fóðringin gongur frá eini fóðurstøð í landi. Í dag hava vit undirvatnsmyndatól og varnarar í ringunum at halda eyga við fóðurkúlum og stýra fóðurgongdini. Framkomið telduforrit tryggjar, at hvør laksur fær nóg mikið at eta, og at sera lítið fóður fer til spillis. Tøknin varð ment av føroyska felagnum FaroeSea.

Til at tryggja laksinum góðar liviumstøður hava føroyskir myndugleikar sett eitt mark fyri tættleika í ringunum, sum er 25 kg/m3. Vit royna altíð at hava tættleika í hvørjum ringi, sum er undir 20 kg/m3. Vit  ansa eisini væl eftir súrevnisstøðuni, sum hevur avgerandi týdning fyri djóravælferð.

Okkara ábæru aliøki, har streymur uttan íhald veitir floym av nýggjum sjógvi, geva laksi reinar og góðar liviumstøður at trívast og vaksa.

Ala í streymasjógvi

Í mong ár hevur okkara dreymur verið at ala laks í sundunum millum oyggjarnar í Føroyum, har ið vit eru vard frá tí magnmiklu havalduni, og har ið ovurstórar nøgdir av reinum sjógvi floyma ígjøgnum uttan íhald.

Í tøttum samstarvi við eitt føroyskt ráðgevingarfelag hava vit ment eina aldutemjaraskipan, sum ger tað møguligt at ala laks á plássum við hørðum ráki. Síðan 2021 hava vit gjørt víðfevnandi mátingar og útrokningar og bygt myndlar til at finna út av, hvussu vit fáa tamt rákið so mikið, at vit fáa alt laks.

Úrslitið er slóðbrótandi loysn, sum við dúgligum starvsfólki, vitan og áhaldandi tillagingum hevur prógvað, at tað nú er møguligt at ala laks á støðum, har ið náttúran áður setti avmarkingar.

Tað harða og støðuga sjóskifti veitir frálíka sjógóðsku til laksin og reinan havbotn undir ringunum. Vit eru errin av at vera á odda í hesari menning, sum hevur vakt áhuga bæði í Føroyum og uttanlands.

Vit eru vís í, at henda nýggja tøknin fer at verða nýtt nógvastaðni í framtíðini.